Rumenar revsaðu føroysk mistøk

Rumenar revsaðu føroysk mistøk
Føroyar taptu 1-4 fyri Rumenia í Cluj
 
26.03.2019 - 22:01

Føroyska liðið fekk partvís uppreisn eftir vánalig avrikið í Malta leygarkvøldið.

Tá liðið hevði bóltin, líktist tað aftur tí, sum var at síggja, tá liðið hevur spælt sínar bestu dystir seinnu árini.

Men verjumistøkini kostaðu føroyingum dýrt í kvøld, og tað var serliga í seks minuttum í fyrra hálvleiki.

Fyrst skoraði Ciprian Deac til 1-0, tá 26. minuttir vóru farnir.

Claudio Keseru økti til 2-0 og 3-0, tá ávikavist 29. og 33.minuttir vóru farnir.

Í øllum trimum førum var talan um verjumistøk frá føroyska liðnum.

Føroyar svaraðu aftur, tá 40 minuttir vóru farnir. Brotsspark varð gjørt móti Klæminti Olsen.

Viljormur Davidsen skoraði sítt fyrsta landsliðsmál, tá hann sendi bóltin trygt í netið.

Føroyar høvdu málmøguleikar til at minka til 2-3 í seinna hálvleiki, men rumenski málverjin, Ciprian Tatarusanu, stóð væl, tá brúk var fyri honum.

Ístaðin slerdi Rumenia sigurin fastan, tá 63 minuttir vóru farnir við máli frá George Puscas.

Seks dýrir minuttir

Landsliðsvenjarin, Lars Olsen, heldur, at føroyska liðið spældi stundum væl, men at mistøkini gjørdu, at úrslitið bleiv sum tað bleiv.

LARS_OLSEN_TIL_NET

Liðskiparin harmast um mistøkini

Liðskiparin, Atli Gregersen, var ørkymlaður eftir dystin. Nógv var gott, men mistøkini tóku glansin av tí.

ATLI_TIL_NET_OK

Viljormur skoraði sítt fyrsta landsliðsmál

Viljormur Davidsen skoraði sítt fyrsta mál fyri Føroyar, tá hann sendi eitt brotsspark í rumenska netið.

Tað var avgjørt undan dystinum, at hann skuldi taka brotssparkið, segði málskjúttin eftir dystin

VILJOMUR_TIL_NET

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162