Spyr aðalráð um treytir fyri at fáa nýtt P-tal

Spyr aðalráð um treytir fyri at fáa nýtt P-tal
Fleiri treytir skulu haldast fyri at fáa løgfrøðiligt kynsskifti.Tað sigur Heilsu- og Innlendismálaráðið
Løgtingið viðger løgfrøðiligt kynskifti, men tað tekur sína tíð.
 
29.03.2019 - 07:35

Fleiri treytir skulu haldast fyri at fáa løgfrøðiligt kynsskifti.

Rættarnevndin sigur, at á hoyringarfundi herfyri vísti Heilsu- og Innlendismálaráðið á, at ráðið metti tað vera rættast at seta nakrar treytir í lógargreinina, sum heimilar, at fólk kunnu fáa nýtt P-tal samsvarandi samleika sínum.

Nú hevur ein limur í Rættarnevndini spurt Heilsu- og Innlendismálaráðið hvørjar treytirnar eru, og hvussu ráðið hevði orðað lógarbroytingina.

Rættarnevndin viðger enn uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttur um at broyta lógina um fólkayvirlit, so fólk kunnu fáa løgfrøðiligt kynsskifti.

Í sínum lógaruppskoti hevur Sonja Jógvansdóttir tvær treytir. 

Onnur er, at tann, sum vil hava annað P-tal, skrivliga boðar frá, at hon ella hann vil hava tað, tí viðkomandi kennir seg at hoyra til hitt kynið, og eftir hava hugsað seg um í seks mánaðir frá umsóknardegnum, skrivliga váttar sína umsókn. 

Hin treytin er, at umsøkjarin er 18 ár ella eldri. 

Gamalt uppskot

Sonja Jógvansdóttir legði fram uppskotið 21.august. Tað fór í Rættarnevndina 6.november og har er tað enn.

Fyrstu ferð, freistin at koma við áliti, varð longd, var til 11.desember. Síðani varð hon longd til 11.februar. Og seinast varð hon longd til 4.mars.

Men einki álit er komið enn. Málið er fyrst á skránni hjá Rættarnevndin í morgun.

Uppskotið gevur fólki, hvørs lívfrøðiliga kyn er í andsøgn við kynssamleika teirra, møguleika til at søkja um at kunna skifta kyn løgfrøðiliga. 

At skifta kyn løgfrøðiliga merkir, at søkt verður um P-tal, sum samsvarar við kynsliga samleikan.

Hetta gevur tvørkyndum møguleika at velja sær navn samsvarandi samleika sínum, fáa nýtt samleikaprógv, koyrikort og pass, sigur Sonja Jógvansdóttir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Upp á tá - 300126
203537
Leygardag 31. januar
Jambalaja - 310126
203536
Leygardag 31. januar
Vikugesturin: Skommin er burtur
203530
Leygardag 31. januar
Vikan 31. januar 2026
203527
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189