- Tíðindi, mentan og ítróttur
B36 ósigrað oddalið
Tað gongur sera væl hjá B36, sum eftir fýra umfør í Betri-deildini, hevur vunnið allar sínar dystir og liggur ósigrað á fremsta plássi.
Reytt kort og tvey brotsspørk
Í hesum umfarinum vann B36 2-1 á HB í Gundadali. Teir svørtu og hvítu løgdu seg á odda við brotssparki í fyrra hálvleiki, sum Alex Mellemgaard setti í málið.
B36 økti til 2-0 miðskeiðis í seinna hálvleiki við máli, sum Brian Jakobsen skoraði.
Lítla løtu eftir at B36 hevði økt um leiðsluna, fekk Dan í Soylu hjá HB reytt kort, eftir at hann fekk sítt seinna gula kort.
Tað eydnaðist tó HB at minka um munin við brotssparki, sum Adrian Justinussen sendi í málið.
Í Trongisvági vann TB 1-0 á Eb/Streymi við máli sum Poul Ingason skoraði.
Málríkt í Runavík og Fuglafirði
NSÍ og Víkingur spældu við Løkin leygardagin, og NSÍ vann 4-2 á gestunum.
Klæmint A. Olsen og Jann Martin Mortensen skoraðu tvey mál hvør fyri runavíkingar, meðan Andreas Lava Olsen og Adeshina Lawall skutu málini fyri Víking.
Í Fuglafirði tók ÍF í móti KÍ.
Gestirnir løgdu seg á odda við máli, sum Simen Sandmæl skoraði í fimta minutti. Patrik Johannesen økti til 0-2, tá 25 minuttir vóru farnir, og fimm minuttir seinni setti Jóannes Bjartalíð bóltin í málið til hálvleiksstøðuna 0-3.
ÍF kom veruliga inn aftur í dystin í seinna hálvleiki, tá Dánjal á Lakjuni fyrst minkaði um munin til 1-3 eitt korter inn í seinna hálvleik, og síðani Dánjal Pauli Højgaard skoraði til 2-3, tá sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.
Men fleiri mál komu ikki, og KÍ vann dystin 2-3.
Skála á øðrum plássi
Síðsti dysturin í fjórða umfari varð bríkslaður ígongd klokkan 17.00 á Argjum, har AB tók ímóti Skála.
Skála helt áfram við góðu gongdini. Skálamenn vunnu 0-1, og hava teir nú vunnið tríggjar dystir á rað, síðan 0-1 tapi fyri B36 í fyrsta umfari.
Haraldur R. Højgaard skoraði sigursmálið, tá tíggju minuttir vóru eftir.
Teir tríggir sigrarnir geva Skála níggju stig, og tað hevur við sær, at Skála er á øðrum plássi í Betrideildini.
LIÐ | STIG |
1.B36 | 12 |
2.Skála | 9 |
3.KÍ | 8 |
4.NSÍ | 7 |
5.TB | 7 |
6.HB | 5 |
7.Víkingur | 4 |
8.AB | 3 |
9.ÍF | 1 |
10.EB/Streymur | 0 |