Danske Bank manglar pengar

Danske Bank manglar pengar
Partapeningurin má hækkast við 50 milliardum, skal bankin klára seg í eini fíggjarkreppu
 
11.04.2019 - 15:52

Danske Bank er so illa fyri eftir hvíttingargøluna, at partaeigararnir verða noyddir at hækka partapeningin við 50 milliardum krónum, um bankin skal klára seg í eini fíggjarkreppu.

Tað vísa útrokningar sum tveir bankaserfrøðingar hava gjørt, og teir vísa samstundis á, at um partapeningurin ikki verður hækkaður, so kann ein møgulig rokning, um bankin kemur í kreppu, enda hjá statinum, ella hjá partaeigarunum, har nógv tann størsti er A.P. Møller Holding.

Tað eru bankaserfrøðingarnir, Johannes Raaballe og Anders Grosen, sum starvast á universitetinum í Aarhus, sum hava gjørt kanningina. Teir siga bart út, at Danske Bank er ikki betri fyri nú, enn hann var tá fíggjarkreppan tók seg upp í 2008, skrivar Berlingske Business.

Stórar avleiðingar fyri statin

Bankaserfrøðingarnir siga eisini, at um bankin kemur í kreppu, so fær tað stórar avleiðingar fyri statin, og tí mæla teir til at hækka partapeningin sum skjótast.

Teirra frágreiðing kemur óvart á, tí bæði Tjóðbankin og Fíggjareftirlitið hava sagt, at bankarnir eru munandi betri fyri, enn undan fíggjarkreppuni í 2008.

Fíggjarleiðarin í Danske Bank, Christian Baltzer, sigur seg ikki vera samdan í frágreiðingini, tí ein meting í november í fjør vísti, at bankin klárar stóra búskaparliga afturgongd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809