14 ára gomul í FM finalu í badminton

14 ára gomul í FM finalu í badminton
Annar finalisturin í FM í badminton hjá kvinnum er 14 ára gamla Adhya Nandi, ið skal møta Rannvá Djurhuus Carlsson í finaluni
14 ára gamla Adhya Nandi hevur spælt seg í FM finaluna í einmansleiki í badminton. Í finaluni skla hon spæla í móti Rannvá Djurhuus Carlsson.
Mynd: Savnsmynd  
 
26.04.2019 - 14:08

Tá FM finalan hjá kvinnum í badminton verður spæld í Høllini á Hálsi, verður talan um eina finalu millum ein púra óroyndan finalist og ein sigursvandan finalist. 

14 ára gamla Adhya Nandi hevur spælt seg í finaluna í einmansleiki. Tað gjørdi hon við at vinna á verandi føroyameistaranum, Gunnvá Jacobsen, úr Havnar Badmintonfelagi. Her var talan um eitt sera óvæntað úrslit. 

Adhya Nandi fær uppaftur sterkari mótstøðu í finaluni, tí hon skal spæla í móti Rannvá Djurhuus Carlsson. Rannvá spældi seg í finaluna við at vinna á Almu Petersen, sum eins og Rannvá dagliga spælir í Lyngby, men umboðar Havnar Badmintonfelag í føroyameistarakappingini. 

Tað verður sostatt ein kvinnufinala millum tveir spælarar úr Havnar Badmintonfelagi. 

Bartal skal verja sítt meistaraheiti

Í einmansleikinum hjá monnunum verða tað Benjamin Gunnarstein úr Havnar Badmintonfelagi, og Bartal Poulsen úr Miðvágs Badmintonfelagi, sum møtast.

Benjamin Gunnarstein, HBF,  kom í FM finaluna við at vinna á  Áranti á Mýrini úr MBF í hálvfinaluni, meðan Bartal Poulsen, MBF og verandi føroyameistari  vann á  Magnusi Dal-Christiansen úr HBF.

Sostatt sleppur Bartal Poulsen at verja sítt meistaraheitið, tá hann skal spæla móti Benjamin Gunnarstein.

Finalurnar í badminton, borðtennis og judo verða spældar í Høllini á Hálsi í Havn leygardagin. Sjónvarpið sendir finalurnar beinleiðis frá klokkan 13.00.


 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. januar
Skratsj 28. januar 2026
203398
Mikudag 28. januar
Dansival: Gyltabók
203396
Mikudag 28. januar
Mono - Hjalte Bachmann (4:4)
203391
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379