- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oddaliðini greiddu sína skyldu
KÍ staðfesti sítt pláss sum oddalið, tá teir vunnu greiðan 4-0 sigur á EB/Streymi í dag, B36 vann 4-1 á AB í Gundadali, og í Trongisvági vann TB kærkomnan sigur á ÍF.
Hóast málleysa støðan helt sær tað mesta av fyrra hálvleiki, var ongantíð stórur spenningur í dystinum millum oddaliðið KÍ og EB/Streym.
Patrik Johannesen setti hol á málskjótingina, tá fimm minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, og beint áðrenn hálvleik økti Jonn Johannesen til 2-0.
Munurin millum liðini gjørdist uppaftur størri í seinna hálvleiki, tá Darius Lewis og Patrik Johannesen øktu til ávíkavist 3-0 og 4-0.
B36 gjørdi skjótt av í dystinum móti AB, og legði seg á odda 2-0 eftir bert 15 minuttir við málum frá Árna Frederiksberg og Jónas Tór Næs.
Í seinna hálvleiki økti Ragnar Samuelsen til 3-0, áðrenn Bjarki Nielsen minkaði um munin fyri AB.
Nærri komu gestirnir tó ikki, og stutt fyri leiklok slóg Alex Mellemgaard sigurin fastan, tá hann skoraði til endaliga úrslitið, 4-1.
Dysturin millum TB og ÍF sá leingi út til at gerast málleysur, men stutt fyri leiklok eydnaðist tað Stefan Radosavljevic at leggja heimaliðið framum og harvið tryggja TB trý kærkomin stig.
Teir báðir seinastu dystirnir í 11. umfari verða spældir í annaðkvøld, tá Víkingur tekur ímóti HB og NSÍ tekur ímóti Skála.
Støðan:
1.KÍ | 11 dystir | 26 stig |
2.B36 | 11.dystir | 24 stig |
3.NSÍ | 10 dystir | 22 stig |
4.Víkingur | 10 dystir | 20 stig |
5.HB | 10 dystir | 18 stig |
6.Skála | 10 dystir | 15 stig |
7.TB | 11 dystir | 12 stig |
8.EB/Streymur | 11 dystir | 7 stig |
9.ÍF | 11 dystir | 4 stig |
10.AB | 11 dystir | 4 stig |