Grót á sjógv í Hvalba

Grót á sjógv í Hvalba
Umhvørvisstovan hevur givið Hvalbiar kommunu loyvi til at leggja grót á sjógv til bátahyl millum kaiina á Hamranesi og verandi bátahyl
Grótgarður skal gerast í havnini í Hvalba.
 
27.06.2019 - 12:57


Umhvørvisstovan hevur givið Hvalbiar kommunu umhvørvisgóðkenning til at gera útfylling út á sjógv til bátahyl millum kaiina á Hamranesi og verandi bátahyl. 

Hvalbiar kommuna hevur søkt um loyvi at leggja grót í sjógvin millum kaiina á Hamranesi og bátahylin á Bíargarði.

Grótgarðurin verður 215 metrar og 43 metrar av gróti skulu harafturat leggjast eystur úr bátahylinum á Bíargarði.

Grótið verður fingið úr vestara brimgarðinum á Hamranesi, úr grótbrotinum við Heygsvatn og úr nýggja hvalbiartunlinum.

Talan er um 40.000 rúmmetrar av gróti.

Ætlanin var upprunaliga bara at brúka grót úr nýggja hvalbiartunlinum, men Umhvørvisstovan sigur, at við tí høvdu 12 til 24 kilometrar av spreingileidningi úr plasti farið á sjógv.

Umhvørvisstovan hevur biðið Hvalbiar kommunu um at avmarka útlátið av plasti so nógv sum gjørligt.

Kann kærast 

Avgerðin um umhvørvisgóðkenningina kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. 

Freistin at kæra er til 24.juli.

Øll kunnu tó ikki kæra.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri, skrivar Umhvørvisstovan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961