KÍ vann stórsigur í San Marino

KÍ vann stórsigur í San Marino
KÍ hevur spælt seg víðari í Evropa League kappingini, men NSÍ er útsligið
 
04.07.2019 - 23:02

KÍ lat ongan slingur vera í valsinum, tá teir vitjaðu Tre Fiori í San Marino.

Undan dystinum hevði KÍ eina trygga 5-1 leiðslu frá fyrra dystinum í Føroyum, og í kvøld øktu teir um leiðsluna við stórsigri.

KÍ vann 4-0, og er tí farið víðari í kappingini við samanløgdum 9-1 sigri, sum er tað mesta nakað føroyskt lið hevur vunnið við í evropeiskari kapping.

Hálvleiksstøðan var 3-0 til KÍ. Málini skoraðu Jóannes Bjartalíð, Jonn Johannesen og Patrik Johannesen. Í seinna hálvleiki økti Jóannes Kalsø Danielsen til 4-0.

Við sigrinum hevur KÍ annað árið á rað spælt seg í fyrsta umfar í Evropa League.

Í komandi viku gongur leiðin til Litavia har mótstøðuliðið er Riteriai. Fyrri dysturin verður spældur 11.juli á útivølli. Heimadysturin verður á Svangaskarði 18.juli

NSÍ útsligið 

NSÍ skuldi eisini royna at spæla seg víðari í somu kapping í kvøld, men útgangsstøði hjá teimum var munandi verri.

Runavíkingar skuldu royna at venda 0-2 tapinum fyri Ballymena í fyrra dystinum í Norðurírlandi, tá teir fóru á vøllin á Svangaskarði.

Tað eydnaðist ikki, tí hóast NSÍ var spælstýrandi og hevði nógv flest málmøguleikar, so endaði dysturin 0-0, og tískil vann Ballymena samanlagt 2-0.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Týsdag 26. mai
Kappróður test
208819
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776