Babylon er vorðin heimsarvur

Babylon er vorðin heimsarvur
Forni býurin er illa farin.
Babylon er nevndur í Gamla Testamenti
Mynd: savnsmynd  
 
06.07.2019 - 12:10


Forni býurin Babylon í Mesopotamia er komin á listan hjá UNESCO yvir heimsarv.

Babylon er partur av Irak, og har hevur stjórnin í fleiri ár arbeitt fyri at fáa ta viðurkenning, ið tað er at standa á listanum yvir heimsarv.

Á fundi í Azerbajan, har serliga ST nevndin fyri heimsarv hevur hildið fund, verður m.a. sagt í eini yvirlýsing, at 4.000 ára gamli býurin umboðar tað stórveldi, ið Hammurabi og Nebukadnezar einaferð ráddu fyri.

Babylons býur var í fornari tíð millum tey sjey undurverkini við sínum upphongdu urtagørðum, men nú er býurin illa farin. Í nýggjari tíð hevur Saddam Hussein gjørt seg inn á býin við at byggja sær eina forsetaborg har, og seinni hava amerikanskir hermenn havt støð í býnum.

Babylon á døgum Nebukadnesar kongs er umrøddur í Gamla Testamenti. Hann hertók Jerusalem, legði tempul Sálamons í oyði og tók ísraelsfólk við sær til Babylon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533