Amerikonsk kolorkuverk lata aftur

Amerikonsk kolorkuverk lata aftur
Burðardyggur streymur hevur á fyrsta sinni yvirhálað kolorku í USA, og kolorkuverk lata aftur í stórum tali
 
15.07.2019 - 11:21

Tølini frá amerikanska orku-kunningarstovninum, EIA, fyri apríl vísa, at USA nú kann breggja sær av at hava roynt at framleitt meira el-orku frá varðandi orkukeldum enn frá koli. 

Sól, vindur og vatn stóð fyri 23 prosentum av streymframleiðsluni, samanborið við, at 20 prosent av streyminum stavaðu frá koli. Tað skrivar heimasíðan, Verdens Bedste Nyheder.

50 kolorkuverk latin aftur síðani 2017

Síðani 2010 hava amerikanarar stongt 289 kolorkuverk. Tað svarar til 40 prosent av framleiðslumáttinum.

Síðani Donald Trump, forseti tók við í 2017, eru 50 kolorkuverk afturlatin og bara eitt latið upp, hóast forsetin júst nú linkar krøvini til kolorkuframleiðslu, og hóast hann sigur seg "elska kol".

Tøl frá EIA vísa, at kolnýtslan í USA var tann lægsta í 2018 í 39 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595