Dupultdráp í Marokko: Tríggir menn deyðadømdir

Dupultdráp í Marokko: Tríggir menn deyðadømdir
Tríggir menn í Marokko eru dømdir deyðarevsing fyri at hava dripið donsku kvinnuna, Louisu Vesterager Jespersen, og norsku Maren Ueland
Tríggir menn vórðu seint seinnapartin í gjár dømdir til deyðan fyri at hava dripið eina kvinnu úr Danmark og eina úr Noregi
 
19.07.2019 - 08:50

Sambært TV2, er ein fjórði maður dømdur lívlanga fongsulsrevsing, og 20 aðrir eru dømdir millum fimm og 25 ára fongsul fyri leiklut teirra í dupultdrápunum.

Avvarðandi hjá kvinnunum hava eisini fingið tvær milliónir marokkiskar dirham í endurgjaldi. Tað svarar til umleið 1,4 milliónir krónur, skrivar TV2.

Tær báðar 24 og 28 ára gomlu kvinnurnar vórðu funnar dripnar í Atlasfjøllunum í desember í fjør, har tær vóru á ferð í økinum.

Óvist um deyðarevsingin verður framd

Kvinnurnar vórðu dripnar við knívi og síðani skornar á háls. Alt hetta høvdu teir tríggir IS-stuðlarnir tikið á sjónband. Ákæruvaldið kravdi deyðarevsing fyri allar tríggjar menninar. 

Um deyðarevsingin verður framd er tó ivasamt, Marokko hevur ikki framt deyðarevsing síðani 1993. AFP skrivar, at 21 av teimum 24 nú dømdu hava játtað, at teir stuðla IS.

IS hevur ongantíð átikið sær ábyrgdina av drápunum, sum felagsskapurin annars hevur gjørt í øðrum drápum. Sakførarin hjá teimum dømdu hevur boðað frá, at dómurin verður kærdur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040