USA útsetur revsitiltøk

USA útsetur revsitiltøk
USA hevur longt undantøkini fyri revsitiltøkum móti londum, sum samstarva við Iran um at menna kjarnorku til sivil endamál
 
02.08.2019 - 08:17

Tað upplýsir trygdarráðgevin hjá Donald Trump, forseta, John Bolton. Undantøkini eru longd tríggjar mánaðir.

Fleiri lond samstarva í løtuni við Iran um kjarnorku til sivil endamál. Talan er um fleiri evropeisk lond, Russland og Kina.

Herfyri setti USA tiltøk í verk móti iranska uttanríkisráðharranum, Javad Zarif, sum hevði ein avgerandi leiklut, tá altjóða avtalan um kjarnorkuna í Iran varð gjørd.

Donald Trump tók USA burtur úr avtaluni í fjør

Síðani tá hevur USA aftur sett tiltøk í verk móti londum, ið samstarva við Iran. Eitt nú verða lond, sum keypa olju úr Iran, revsað.

Stúrt verður fyri, at kreppa fer at taka seg upp millum USA og Iran, eftir spentu støðuna í Hormuzsundinum.

USA leggur Iran undir at leypa á oljutangaskip og fyri at hava skotið eina amerikanska dronu niður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392