Nýtt myndugleikasamstarv skal kanna viðurskiftini

Nýtt myndugleikasamstarv skal kanna viðurskiftini
Løgreglan og avvarðandi myndugleikar fara nú at kanna viðurskiftini hjá útlendingum, ið koma til Føroyar at arbeiða
Løgreglan, Arbeiðs- og brunaeftirlitið og TAKS fara sambært einum nýggjum uppskoti at kanna viðurskiftini hjá útlendingum á arbeiðsmarknaðinum
 
08.08.2019 - 11:12

Løgreglan í Føroyum fer nú - saman við øðrum avvarðandi myndugleikum - í holt við at kanna viðurskiftini hjá nógvu útlendingunum, sum koma til landið at arbeiða. 

Eitt uppskot til eitt samstarv millum Arbeiðs- og brunaeftirlitið, TAKS og løgregluna liggur klárt at undirskriva, sigur Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur. 

Arbeiðsbýtið í eftirlitinum verður soleiðis, at løgreglan kannar uppihaldsloyvini, Arbeiðs- og brunaeftirlitið kannar arbeiðsumstøðurnar, meðan TAKS kannar inntøkuviðurskiftini. 

Avleiðing av kanning

Nýggja eftirlitisskipanin er ein beinleiðis avleiðing av kanningini "Rumenar á loftinum," sum Liljan Weihe hevur gjørt fyri 13 fakfeløg um viðurskiftini hjá útlendingum í byggivinnuni. 

Kanningin vísti, at eingin kannar útbúgvingar og førleikar hjá útlendingum, sum koma til Føroya at arbeiða. Harvið kundi ikki staðfestast, um lønardumping fer fram í Føroyum ella ikki.

Ætlanin er, at umboð fyri myndugleikarnir fara á ófráboðaða vitjan á arbeiðsplássum, sum brúka útlendskar handverkarar, sigur sjefpolitiinspektørurin, við útvarpssendingina Summartímin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961