- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spreinging uttan fyri býráðshús
Spreinging uttan fyri býráðshús
Eingin kom til skaða, tá ein spreinging var við býráðshúsið í Skåne í gjárkvøldið

Ein spreinging var við býráðshúsið í Landskrona í Skåne í Svøríki í gjárkvøldið
08.08.2019 - 08:31
Ein spreinging var við býráðshúsið í Landskrona í Skåne í Svøríki í gjárkvøldið. Spreingingin var um 23-tíðina, sigur løgreglan í Skåne í tíðindaskrivi.
Løgreglan fekk boðini, tí tey fingu fleiri fráboðanir um ein hvøllan brest í miðbýnum í Landskrona. Stutt eftir staðfesti løgreglan, at ein spreinging hevði verið við býráðshúsið.
Einki fólk er komið til skaða, men fleiri rútar eru knústir. Løgreglan avbyrgdi í nátt eitt stórt øki kring ráðhúsið, síðani komu bumbuteknikkarar á staðið.
Teir tryggjaðu, at fleiri spreingingar ikki vóru, áðrenn kriminalteknikkarar sleppa framat at gera neyðuga arbeiðið. Enn er eingin handtikin í málinum, skriva svenskir miðlar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























