Uppsagdur stjóri leggur sak

Uppsagdur stjóri leggur sak
Fyrrverandi varastjórin í FBI, Andrew McCabe, hevur saksøkt amerikanska løgmálaráðið og FBI
Mynd: AP  
 
09.08.2019 - 11:42

AP tíðindastovan skrivar, at McCabe heldur, at orsøkin til, at hann varð uppsagdur, var politisk.

Sambært McCabe blivu fleiri leiðarar í FBI uppsagdir, tí teir ikki kundu taka undir við øllum tí, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, fekst við.

Forsetin setti síðani FBI-stjóran, Chris Wray, og løgmálaráðharran, Jeff Sessions, at útinna sítt ynski, sigur Andrew McCabe í stevningini.

Ein samveldisdómstólur í Washington skal nú taka støðu til, um uppsøgnin av McCabe var grundað ella ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040