Náttúrueldarnir næstan sløktir

Náttúrueldarnir næstan sløktir
Arbeiðið, at basa náttúrueldunum í Grønlandi, verður helst liðugt í morgin
 
17.08.2019 - 14:51

Náttúrueldarnir í Grønlandi, sum hava logað síðani fyrst í juli mánað, eru næstan sløktir nú.

Týsdagin vórðu 38 sløkkiliðsfólk flogin úr Danmark til Grønlands í royndini at basa eldunum, sum varð væntað, fór at taka 14 dagar.

Væntandi liðugt í morgin

Men longu í dag sæst ein endi á sløkkiarbeiðinum, sigur sløkkiliðsstjórin, Stig Hammerhøj, sambært tíðindastovuni hjá Ritzau, skrivar Sermitsiaq.

– Vit eru tætt við, at hava sløkt eldarnir, og vit vænta, at hetta verður liðugt í morgin, sigur sløkkiliðsstjórin sambært tíðindastovuni.

Tey donsku sløkkiliðsfólkini hava hjálpt til við, at basa eldinum, sum hevur brent undir jørð á torvheiðunum millum Sisimiut og Kangerlussuaq í Vesturgrønlandi. 

Tríggjar milliónir játtaðar

Tað fer væntandi at taka eina viku, at pakka útgerðina niður og rigga av aftur, tá eldurin væntandi er bastur í morgin, sigur sløkkiliðsstjórin.

Náttúrueldarnir í Grønlandi kyknaðu nærhendis Sisimiut 8. juli. Sambært grønlendsku løgregluni var tað ein roykiovnur, sum var orsøk til, at náttúrueldarnir kyknaðu.

Danski tilbúgvingarstovnurin játtaði tríggjar milliónir krónur, so donsk sløkkiliðsfólk kundu hjálpa til, at basa eldunum í Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392