Lars Løkke lagt frá sær sum formaður fyri Vinstra

Lars Løkke lagt frá sær sum formaður fyri Vinstra
Lars Løkke Rasmussen skrivar á Twitter, at hann leggur frá sær sum formaður í Vinstraflokkinum. Christian Jensen hevur lagt frá sær sum næstformaður
 
31.08.2019 - 10:31

Tað hevur verið ruðuleikakent í danska vinstraflokkinum eina tíð og í dag boðar Lars Løkke Rasmussen frá, at hann leggur frá sær sum formaður.

- Tað er av týdningi at virða seg sjálvan - eg kann ikki vera formaður í einum flokki, har eg ikki sleppi at tosa um og troyta ta politisku kósina, eg havi lagt. Takk fyri nógv góð ár.

Skrivar Lars Løkke Rasmussen á twitter.

Flokksleiðslan umrøddi í gjár trupulleikarnar, sum hava verið í flokkinum seinastu tíðina, og á fundi í dag skuldi politiska støðan umrøðast. Men fimm korter seinni varð boðað frá, at Løkke var farin av fundinum, og hann skrivaði altso á twitter stutt eftir, at hann ikki longur er formaður fyri Vinstra. 

Men flokkurin skal ikki bara hava nýggjan formann. Christian Jensen, sum hevur verið næstformaður í flokkinum hevur eisini lagt frá sær, skrivaði hann á twitter fyri løtu síðani. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040