Tvær nýggjar royndarútskjótingar

Tvær nýggjar royndarútskjótingar
Norðurkorea hevur skotið út tvær nýggjar rakettir móti Japanska havinum, upplýsir almenna suðurkoreiska tíðindastovan
Fólk hyggja at í sjónvarpi á eini jarnbreytarstøð í Suðurkorea, tá Norðurkorea skjýtur út tvær rakettir móti Japanska havinum
Mynd: AP  
 
10.09.2019 - 10:29

Hetta hendir beint eftir at Norðurkorea í gjár segði, at landið er sinnað at fara í samráð við USA um kjarnorkuvápn síðst í hesum mánaðinum. Men treytin er, at amerikanarar skulu koma á fundin við lagaligum treytum.

Men fundurin kann koma tvørt fyri, tí síðst í hesum mánaðinum er aðalfundur í ST í New York. Amerikanski forsetin, Donald Trump, var tó opin fyri innbjóðingini, tá hann hitti journalistar í gjár.

Leiðarin, Kim, og eg eru sera væl. Eg sigi, at tað er í lagi, at halda fund. Nú fáa vit at síggja, hvat hendir, svaraði Trump um samráð á lægri stigi í september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533