Ov stórt veiðitrýst

Ov stórt veiðitrýst
Veiðitrýstið á uppsjóvarfisk er ov stórt, sigur ICES 
MSC góðkennir burðardyggan fiskiskap
 
02.10.2019 - 12:49

Veiðitrýstið á makrel er minkað síðani 2003, men er kortini oman fyri hámarkinum fyri, nær mett verður, at veiðan er burðardygg.

Tað sama er at siga um svartkjaft. Har er veiðitrýstið minkað síðani 2015. Um norðhavssildina sigur ICES, at veiðitrýstið er vaksið síðani 2015.

Men tað er tó mett at vera júst undir hámarkinum fyri, nær varsemi skal vísast. ICES hevur kunngjørt sítt tilmæli um mestu loyvdu veiðu í 2020.

20 prosent meira

Tilmælið um makrel er 20 prosent størri enn fyri 2019, tilmælið um svartkjaft er eitt vet størri, tvey prosent, men tilmælið um norðhavssild er 11 prosent minni enn tað var fyri 2019.

Strandalondini fara at viðgera makrelkvotuna í 2020 í London 15. oktober. Makrelavtalan frá 2014 millum ES, Noreg og Føroyar er galdandi til árslok 2020. 

Norðhavssildin verður viðgjørd 22. og 23. oktober, og 24. og 25. oktober fara londini at tingast um svartkjaftskvotuna. Strandalondini hava onga semju um svartkjaftsbýti og norðhavssildarbýti.

MSC góðkenningin

Tey trý góðkenningarfeløgini, sum varða av MSC góðkenningini, sum varð latin fyri makrel, tóku góðkenningina aftur fyrr í ár.

Feløgini hava fund aftur um MSC góðkenningina í desember. MSC góðkennir fiskiskap, sum MSC metir er burðardyggur.

Lættari er at fáa góðan prís fyri fisk, sum hevur MSC góðkenning.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961