Tollkríggj: Evropa svarar aftur

Tollkríggj: Evropa svarar aftur
ES fer at svara aftur, um USA ger álvara av ætlan síni um at hækka tollin á evropeiskum vørum seinni í hesum mánaðinum
ES umhugsar nú at hækka tollin á eitt nú fiski, hummara, leðurvørum og traktorum úr USA
 
03.10.2019 - 15:29

Tað sigur ES-nevndarformaðurin, Jean Claude Juncker. Í gjár góðkendi heimshandilsfelagsskapurin, WTO, at USA kann leggja eykatoll upp á 7,5 milliardir dollarar á vørur úr ES.

Orsøkin er, at evropeiska flogverksmiðjan, Airbus, hevur fingið bílig almenn lán, og tað er kappingaravlagandi fyri amerikansku flogverksmiðjuna, Boeing.

Tí hava amerikanskir myndugleikar ávarað um, at USA fer at hækka tollin á evropeisk flogfør 10 prosent og 25 prosent á landbúnaðarvørur, sum til dømis ost, skinku, vín og whiskey.

Á listanum yvir vørur úr USA, sum ES umhugsar at hækka tollin á, eru millum annað fiskur, hummari, leðurvørur og traktorar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655