- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

TEMPALÁTAN: 'Paradise Theatre, Styx, 1981
30-04-2022
'The Best of Times' og 'Too Much Time on My Hands' er tvey av løgunum á hesum rokkklassikara, sum er til umrøðu. Eitt av løgunum presenterar Ragnar A. Jacobsen, kvf-vertur.
Talan er um tað mest keypta Styx albumið, sum samstundis var eitt stílbrot. Plátan lýsir gongdina hjá Paradís teatrinum, ið var ein metaforur fyri amerikanska samfelagið. Men lýsingin er ikki burturav tekstlig; við sínum dramakendu og teatralsku arrangementum stuðlar tónleikurin søgugongdini.
Uppru...
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
Keyboard Shortcuts
Shortcuts Open/Close/ or ?
Play/PauseSPACE
Increase Volume↑
Decrease Volume↓
Seek Forward→
Seek Backward←
Captions On/Offc
Fullscreen/Exit Fullscreenf
Mute/Unmutem
Decrease Caption Size-
Increase Caption Size+ or =
Seek %0-9

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátt
Tað tók fleiri ár at gera tilfarið til Temaplátuna, men úrslitið var eisini væleydnað. Útgávan tók sølumetið fyri eina frumútgávu og framvegis spæla vit More Than a Feelin'.
23-03-2024
Onnur útgávan hjá Deiggj. Nógv spæld løg í útvarpi hava verið 'Hví grætur tú', 'Í viðarlundini', og 'Kom lat okkum dansa'. Stílurin er nakað mjúkari enn á fyrru útgávuni.
16-03-2024
'Á, tann deiliga Havn', 'Sjeikurin', 'Hygg at mær', 'Eitt dýpi av dýrari tíð'; landaplágurnar eru nógvar á Nalja útgávuni. Í summar '24 fara tey bæði aftur á pallin at syngja.
09-03-2024
Hetta 11. albumið er ein tann best umtókta útgávan hjá Queen við løgum sum Radio Ga Ga, I Want To Be Free, It's a Hard Life, Hammer To Fall, og Is This The World We Created.
02-03-2024
Her árið fyri seinastu innspælingarnar hjá Wings, gav bólkurin okkum vælumtóktar perlur sum 'With a Little Luck', 'Deliver Your Children', 'Name and Adress', og 'London Town'.
24-02-2024
'1984' er kendasta útgávan hjá Van Halen. Hon hevur eisini bólksins størsta hitt, 'Jump', umframt kend løg sum 'Panama' og 'Hot For Teacher'. Talan er um hard- og heavyrokk.
03-02-2024
Góða lagið heldur fram, tá Herborg seinni um kvøldið aftur sessast við borðið í PB at undirhalda lurtarunum, sum bæði fáa skemtiligar søgur og hugvekjandi prát í nýggjársgávu.
01-01-2024
Herborg er í góðum hýri, her hon vitjar PB nýggjársaftan. Við støði í hennara tekstum spinna hon og verturin fram eina stuttliga og hugvekjandi løtu síðsta kvøldið á árinum.
01-01-2024
Albumið kann kallast eitt slag av verkætlan við nógvum gestatónleikarum. Plátufeløgini høvdu ivast í Santana, men við hesum prógvaði Carlos, at hann framvegis var nýhugsandi.
02-12-2023
Hetta er tann næstbest umtókta av 'stóru' útgávunum hjá Survivor, og tann fyrsta við Jimi Jameson á forsangi. Eitt lag er 'Popular Girl'.
18-11-2023
Fyrsta albumútgávan hjá amerikansku Cyndi Lauper, sum framvegis er hennara mest keypta. Hetta er samtíðarpoppur við løgum sum 'Girls Just Wanna Have Fun' og 'Time After Time'.
11-11-2023
'Eyes Without a Face' og' Rebel Yell' eru rokk-klassikararnir frá hesum album, tó onnur løg eisini svinga væl. Talan er um aðru solistútgávu Idols.
06-11-2023