Føroyar fáa skyldina fyri minking í norskum sildaútflutningi

Føroyar fáa skyldina fyri minking í norskum sildaútflutningi
Norski sildaútflutningurin er í minking, og norska fiskivinnan gevur føroyingum skyldina
Lisbeth Berg-Hansen, norskur fiskimálaráðharri.
Mynd: Stian Jakobsen (tromso.no)  
 
30.07.2013 - 15:50

Norskir fiskimenn vísa á, at føroyingar sjálvir hava trýfaldað sína sildakvotu, og tað rakar beinleiðis norska sildaútflutningin.

Lisbeth Berg-Hansen, norskur fiskimálaráðharri, sigur við NRK, at tað er trupult at fáa lond at laga seg eftir altjóða reglum, um hesi somu lond ikki hava viljan til tað.

- Vit kunnu bara vera púra ærlig. Tá ið tú ikki finnur eina loysn við samráðingarborðið, so hava vit ikki so nógv amboð at taka til. Og tí vilja vit framvegis stuðla ES, fyri at fáa hetta loyst við samráðingarborðið, sigur Lisbeth Berg-Hansen, norskur fiskimálaráðharri við NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858