Glantrileikur á valinum í Zimbabve

Glantrileikur á valinum í Zimbabve
Forsetavalið í Zimbabve er ein glantrileikur, sigur Morgan Tsvangirai, forsætisráðharri í Zimbabve
Morgan Tsvangirai, forsætisráðharri í Zimbabve, skuldsetir Robert Mugabe og hansara fólk fyri umfatandi valsvik.
 
01.08.2013 - 16:18

Útsøgnin hjá Morgan Tsvangirai kemur eftir at forsetin í Zimbabve, Robert Mugabe, longu hevur sagt seg vunnið valið, áðrenn atkvøðurnar eru upptaldar. Morgan Tsvangirai óttast valsvik og heldur valið einki gildi hava.

Tað segði hann á einum tíðindafundi, sum flokkur hansara skipaði fyri. Á fundinum greiddi hann frá fleiri fráboðanum um óreglusemi á valinum, sum bæði var forsetaval og tjóðartingsval.

Floksumboð eru biðin at koma til fundar í kvøld at viðgera støðuna, segði Morgan Tsvangirai.

Trúvirðið í vanda
Óheftir valeygleiðarar siga um valið í Zimbabve, at trúvirðið er í álvarsligum vanda.

Eygleiðararnir siga, at veljarar í túsundatali eru vístir burtur frá valstøðunum, serliga í býum, sum taka undir við Morgan Tsvangirai.

Nógvur ófriður á seinasta vali
Aftaná seinasta forsetaval var ófriðaligt í Zimbabve, tí Robert Mugabe eisini tá var skuldsettur fyri valsvik. Men seinni samdust Morgan Tsvangirai og Robert Mugabe um báðir at stjórna landinum - annar sum forsætisráðharri og hin sum foresti.

89 ára gamli Robert Mugabe hevur stýrt Zimbabve í fleiri áratíggju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290