Berlusconi í øðini eftir fongsulsdóm

Berlusconi í øðini eftir fongsulsdóm
Í eini sjónbandaupptøku er Berlusconi í øðini inn á Hægstarætt í Italia, sum júst hevur staðfest ein fongsulsdóm
Silvio Berlusconi er í øðini eftir at italski Hægstirættur hevur staðfest dómin á fýra ára fongsulsrevsing.
 
02.08.2013 - 11:53

Í eini kenslubornari níggju minuttir langari sjónbandaupptøku sigur Berlusconi seg vera ósekan í einari “ótrúligari røð av skuldsetingum, og at ongin orsøk er til rættarmálið yvirhøvur.”

Fýra ára fongsul
Hósdagin staðfest Hægstirættur í Italia dómin, sum fyrrverandi italski forsætisráðharrin fekk í fjør. Hann varð dømdur fýra ár fongsulsrevsing, eitt ár var treytaleyst. Dómin fekk hann fyri skattasvik í fjølmiðlasamtakinum, Mediaset.

Hann varð hann dømdur at halda seg frá politikki í fimm ár.

- Hesin dómurin er fullkomiliga burturvið, og fer at taka frá mær alt frælsi og politisk rættindi, sigur Silvio Berlusconi.

Kelda: Aftenposten

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Dansival - Gestur er Herluf Gaard Joensen
201659
Mikudag 17. desember
Tónleikasending Mono
201663
Mikudag 17. desember
Skratsj 17. desembur 2025
201652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552