Bardagin um Damaskus er í útjaðaranum á býnum

Bardagin um Damaskus er í útjaðaranum á býnum
Stórur partur av forstaðunum í Damaskus liggur í oyði. Men uppreistrarfólkið stríðist kortini framvegis
Damaskus-útjaðarin er í sori eftir áhaldandi bardagar millum stjórnardeildir og uppreistrarfólk.
 
05.08.2013 - 11:04

- Um vit ikki verja okkara legu, hvør skal so gera tað, spyr ein 18 ára gamal maður, sum situr á varðhaldi og hyggur at sundursoraðum íbúðarblokkum, og gøtum, fullar av knústum múrum og gróti frá rapaðum húsum og gørðum.

Bardagin um Damaskus er ein ráur bardagi um forstaðirnar. Stjórnarherurin roynir at vinna  Yarmuk og Dariya har suðuri, og Jobar og Qaboun í landnyrðingspartinum av Damaskus. Uppreistrarfólkið roynir hinvegin at økja maktina og trýsta Bashar al-Assad úr forsetasessinum.

Hvønn einasta dag flyta bardagarnir seg úr einari gøtu í aðra, og frá einum húsum í tað næsta. Samstundis tekur løgverjan framvegis bilførarar, sum koyra uttan trygdarbelti, skrellið verður burturbeint regluliga, og tá myrkrið fellir yvir Damaskus, fara fólk í býnum á matstovur at fáa sær ein bita.

Hernaðarflogfør
Fáur leggur longur til merkis larmandi hernaðarflogførini, sum fara við deyðuligum viðføri yvir verndarvirkjunum hjá uppreistrarfólkinum.

Í løtuni sær út til, at tað er stjórnarherurin, sum er tann sterkari. Hann tekur seg alt meira fram, og uppreistrarfólkið verður kleimdari fyri hvønn dag, sum gongur.

Ein orsøk kann vera tann, at stríðið millum uppreistrarfólkið, serliga sunnimuslimar og shiamuslimar er harnað nógv. Nú eru bardagarnir ikki longur bara vendir móti stjórnarherinum, men bardagar eru eisini millum sunnimuslimar og shiamuslimar.

Kelda: Aftenposten og AFP

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770