Løgmaður og landsstýrismaður tosa um tunlar

Løgmaður og landsstýrismaður tosa um tunlar
Longu klokkan níggju í morgun heldur Rættarnevndin fram at viðgera tey fýra uppskotini um undirsjóvartunlar
Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, forkvinna í Rættarnevndini, hevur biðið um innlit í øll skjøl, sum landsstýrismaðurin hevur um Eysturoyartunnilin.
 
13.08.2013 - 09:59

Í dag eru millum annað løgmaður og landsstýrismaðurin í innlendismálum bidnir um at hitta Rættarnevndina.

Møguliga fer Kári P. Højgaard at hava avtaluna, sum hann hevur gjørt við Copenhagen Infrastructure Partners, við sær á fundin.

Elsebeth Mersedis Gunnleygsdóttir, forkvinna í Rættarnevndini, segði við Útvarpið í gjár, at nevndin heitti á landsstýrismannin um at fáa innlit í øll skjølini, hann hevur um Eysturoyartunnilin.

Landsstýrismaðurin skal svara í dag, um henda áheitan frá nevndini verður gingin á møti.

Ivasom
Í dag eru umboð fyri Vágatunnilin og Norðoyatunnilin og Fíggjarmálaráðið, sum ivast ikki sørt í ætlanini hjá Kára P. Højgaard, eisini biðin um at koma á fund í Rættarnevndini.

Rættarnevndin roynir at fáa ein fund í lag við Copenhagen Infrastructure Partners. Møguliga verður tann fundurin fríggjadagin, sigur Elsebeth Mersedis Gunnleygsdóttir.

Málið hevur skund
Kári P. Højgaard hevur sagt, at málið hevur skund, tí hann skal undir avtaluna við Copenhagen Infrastructure Partners fyri 1.september.

Forkvinnan í Rættarnevndini sigur, at nevndin brúkar ta tíð, hon heldur vera neyðug, at viðgera og skriva álit um tey fýra lógaruppskotini um Eysturoyartunnil, Sandoyartunnil og allar tunlar.   

Í næstu viku verður eingin tingfundur, tí Útnorðurráðið skal til Grønlands 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358