Umhugsa at niðurleggja barnagarðar

Umhugsa at niðurleggja barnagarðar
Tórshavnar kommuna umhugsar at niðurleggja barnagarðar, nú tað vísir seg, at 157 ansingarpláss standa óbrúkt í kommununi
Tórshavnar kommuna umhugsar at niðurleggja barnagarðar, tí so nógv ansingarpláss standa óbrúkt.
Mynd: Tilvildarliga vald mynd  
 
14.08.2013 - 15:28

Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur við Sosialin í dag, at málið um tey nógvu óbrúktu ansingarplássini er nakað, sum nú verður tikið upp í kommununi. Men enn er støða ikki tikin til, um ansingarstovnar veruliga skulu niðurleggjast.

1690 ansingarpláss í kommununi
Í Tórshavnar kommunu eru tilsamans 1690 ansingarpláss, men í løtuni standa 157 óbrúkt.

Jóan Petur Hentze sigur við Sosialin, at orsøkin til at so nógv ansingarpláss eru óbrúkt er, at tað verða færri børn fødd nú.

- Fyrr varð roknað við, at 300 børn vórðu fødd í kommununi um árið. Nú liggur talið millum 240 og 260 børn, sigur trivnaðarstjórin í Tórshavnar kommunu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Dansival - Gestur er Herluf Gaard Joensen
201659
Mikudag 17. desember
Tónleikasending Mono
201663
Mikudag 17. desember
Skratsj 17. desembur 2025
201652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552