Fongslaður fyri kynsligan ágang móti børnum

Fongslaður fyri kynsligan ágang móti børnum
Fyrrapartin var ein 73 ára gamal maður í grundlógaravhoyring í Føroya rætti varðhaldsfongslaður í 4 vikur fyri kynsligan ágang móti børnum
Ein 73 ára gamal maður er varðhaldsfongslaður fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á ein drong.
 
16.08.2013 - 13:59

Talan er um fleiri mál um annan kynsligan ágang enn samlegu móti einum drongi, sum tá var 11 ár og til hann varð 13 ár.


Maðurin er eisini skuldettur fyri blygdanarskemd móti fleiri dreingjum, sum eru yngri enn 15 ár, og fyri at hava víst pornofilmar fyri fleiri kendum og ókendum dreingjum.

Kriminalløgrelan hevur illgruna um, at skuldsetti hevur havt samband við fleiri dreingir, enn teir, sum løgreglan hevur tosað við. Hann hevur eisini hótt dreingirnar, at siga teir øðrum frá hesum, skal hann hevna seg inn á teir.

73 ára ganli maðurin skal persónskannast eftir umbøn frá verjanum, Bjørn á Heygum.


Tað var barnaverndin í oynni, har maðurin í býr, ið meldaði mannin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558