Ongar stovnsmetingar við til samráðingar

Ongar stovnsmetingar við til samráðingar
Tá samráðingarfólkini hjá Føroyum og hinum strandarlondunum fara til London at tosa um norðhavssildina 2. og 3. september - og um makrelin í Reykjavík 8. og 9. september, hava tey ongar nýggjar stovnsmetingar at styðja seg við
Samráðingarnar í London í september verða tær fyrstu við Herlufi Sigvaldsson som samráðingarleiðara

21.08.2013 - 13:00

Næstu stovnsmetingar hjá ICES um uppsjóvarfisk verða kunngjørdar fyrst í oktober eftir ársfundin hjá ICES. Men hóast strandarlondini hava fundir fyrst í september, hava tey eisini sínar árligu fundir um norðhavssild, svartkjaft og makrel í oktober, tá endaligu tilmælini hjá ICES eru komin. Á teimum fundunum royna strandarlondini at býta heildarkvotuna, sum ICES mælir til, millum sín.

Fundurin um norðhavssild verður 14. til 18.oktober.

Fyrsti samráðingarfundur hjá Herlufi Sigvaldsson

Fundurin í London fyrst í september verður tann fyrsta hjá nýggja føroyska samráðingarleiðaranum, Herlufi Sigvaldsson. Hann heldur ikki, at tað er burturvið at hava fundin um sildina, tá ES nakrar fáar dagar fyri fundin fer at boykotta Føroyar.

Hava samskift við hini londini

Føroyar hava samskift við hini fýra strandarlondini um norðhavssild, og ES eigur bara 6,51 prosent av sildakvotuni, sigur Herluf Sigvaldsson. Ísland hevur boðað til báðar fundirnar í september. Fundirnir verða um 2014, tí londini eru samd um, at 2013 er farið. Har ber ikki til at fara afturumaftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659