Skitið vatn á Tvøroyri er onki nýtt

Skitið vatn á Tvøroyri er onki nýtt
Trupulleikar við drekkivatninum á Tvøroyri eru ikki nakað nýtt fyribrigdi. Í mai í fjør vístu kanningar hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, at okkurt um 200 húski í kommununi fingu óreinsað vatn.
Drekkivatnið á Tvøroyri hevur tað ikki gott.
 
21.08.2013 - 09:38

Sambært niðurstøðuni frá eftirlitinum á Tvøroyri 2.mai í fjør, sum Útvarpið hevur fingið innlit í, fingu fimm av níggju viðurskiftum, sum vórðu kannað, stemplið "ikki nøktandi." Talan er um samskifti við Heilsufrøðiligu starvsstovuna, tilrenningarøki, brunnar, innaneftirlit og kanningarúrslit og eftirmetingar.

Trý viðurskifti vóru í lagi, fyriskipan, mekanisk filtur og sóttreinsingartól.

Hálvan mai í fjør heitti Heilsufrøðiliga starvsstovan á Tvøroyrar kommunu at fáa nógv viðurskifti viðvíkjandi drekkivatninum ílagi. Á heimasíðu sínari heitir Tvøroyrar kommuna á fólk, sum búgva í Froðba, á Sevmýri og í Válinum um at kóka vatnið vegna fyribils umleggingar. Boðini eru dagfest 6.august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025