Stjórnarsamráðingar í Noreg

Stjórnarsamráðingar í Noreg
Teir fýra borgarligu flokkarnir í Noreg, sum ætla at skipa stjórn, eru nú farnir undir veruligar samráðingar
 
24.09.2013 - 14:47

Í dag byrja veruligu samráðingarnar millum teir fýra flokkarnar, Høgai, Kristiliga Fólkaflokkin, Vinstra og Framburðsflokkin, har málsøki skulu raðfestast. Spurningurin er, um allir fýra flokkarnir fara at skipa stjórn, ella um Vinstri og Kristiligi Fólkaflokkurin fara at standa uttanfyri.

Hvørki leiðarin fyri Vinstraflokkin, Trine Skei Grande, ella formaðurin fyri Kristiliga fólkaflokkin, Knut Arild Hareide, hava tikið avgerð um, um tey vilja skipa stjórn. Næstu tveir dagarnir skulu brúkast til at taka støðu.

- Eg haldi, at øll skilja, at dagurin í dag er serstakliga avgerðandi. Vit eru rímiliga samd um málsøkini. Hetta verður avgerðandi dagurin, segði Knut Arild Hareide, formaður í Kristiliga Fólkaflokkinum.

Komandi norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, sum alla tíðina hevur sagt, at hon vil hava eina fýr-flokkastjórn, har allir borgarligu flokkarnir eru við, vil tó ikki kalla dagin í dag fyri lagnudag. - Eg haldi ikki, at vit stríðast. Men vit skulu finna semjur, og tað fara vit at brúka dagin í dag til, sigur Erna Solberg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572