Bakkafrost skal rinda skatt har virksemið er

Bakkafrost skal rinda skatt har virksemið er
Hóast fyritøkan fer at hava alt sítt virksemi á Glyvrum, so skal partafelagsskatturin gjaldast har sum virksemið er, sigur Jóhan Dahl, landsstýrismaður
 
27.09.2013 - 09:26

Runavíkar kommuna fer ikki at fáa allan partafelagsskattin frá Bakkafrosti, hóast fyritøkan um fá ár fer at hava alt sítt virksemi á landi á Glyvrum.

Kommunurnar, har sum Bakkafrost hevur sínar aliringar, fara eisini at fáa sín part av skattinum. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrimaður, í svari til Elsebeth Marcedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, sum gjørdi vart við seg, tá Bakkafrost fyrr í summar kunngjørdi stóru framtíðarætlan sína.

Kommunurnar fáa 30 prosent av partafelagsskattinum. Virkar ein fyritøka bara í einari kommunu, fær tann kommunan allan partafelagsskattin, øll 30 prosentini.

Men hóast Bakkafrost fer at hava alt sítt virksemi á landi á Glyvrum, millum annað kryvjingina, sum nú er í øðrum kommunum, fer fyritøkan framvegis at hava aliringar í øðrum kommunum, sum so eiga sín lut í partafelagsskattinum.

Annars er ikki komin nógvur partafelagsskattur frá alivinnuni seinastu árini, sigur Johan Dahl. Stór hall í 2005 og 2006 eru flutt fram. Og alifyritøkurnar hava útsett nógvan skatt so hvørt sum goymslurnar eru øktar.

Johan Dahl sigur, at Vinnumálaráðið, Fíggjarmálaráðið og Havbúnaðarfelagið viðgera í løtuni spurningin, um kommunurnar eiga at sleppa at taka pengar, loyvisgjald, frá alibrúkum fyri aliøkini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858