Fíggjarlógarviðgerðin í dag

Fíggjarlógarviðgerðin í dag
Viðgerðin heldur fram í morgin
 
03.10.2013 - 08:38

Í dag fer løgtingið undir at viðgera fíggjarlógina fyri 2014. Fyrsta viðgerð byrjar klokkan hálvgum 10.

Tveir dagar eru settir av til viðgerðina, og tingfundur verður aftur í morgin klokkan hálvgum 10.

Tá fyrsta viðgerð er liðug, fer uppskotið hjá landsstýrinum í Fíggjarnevndina.

Sambært uppskotinum verður hallið hjá landskassanum 250 miljó. kr. næsta ár.

Fíggjarmálaráðið hevur mett inntøkurnar at verða fýra milliardir og 611 milliónir.

Raksturin fer at kosta 45 milliónir minni enn tað, - men íløgur skulu gerast fyri 295 milliónir krónur, og tí verður hallið 250 milliónir.

Umframt tær 295 milliónirnar, sum eru settar av til íløgur næsta ár, verða 100 milliónir, sum ikki verða brúktar í ár, fluttar til næsta ár.

Tí vera 400 milliónir at gera íløgur fyri í 2014.

Fyri løgtingsfundin í dag fer Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina um landgrunnin eystan fyri Grønland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096