Rættarnevndin longri freist

Rættarnevndin longri freist
Vil hava ein mánað aftrat til viðgerðina, eftir at stígur kom í tunnilsmálið
 
04.10.2013 - 10:31

Rættarnevndin hjá løgtinginum fer eina ferð enn at biðja um meira tíð at viðgera øll tunnilsmálini, sum nevndin fekk stutt eftir ólavsøku.

Rættarnevndin hevur nú freist til 7.oktober at skriva álit um lógaruppskotini um Eysturoyartunnil og Sandoyartunnil og aðrar tunlar.

Nevndin hevur viðgjørt málini á nógvum fundum, men so kom stígur í tunnilsmálið.

Rættarnevndin fer tí at biðja løgtingsformannin um ein mánað afturat til at enda málini.

Fíggjarnevndin hevur eisini tvey mál um tunlarnar, tey eru um partapening í tunnilsfeløg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775