Gadus sett met eina ferð enn

Gadus sett met eina ferð enn
Norðlýsið veit at siga, at fyrradagin fekk trolarin heili 44,5 tons niður í lastina av flaki og heilfrystum, sum sigst vera innanhýsis met umborð
Manningin á Gadus fekk 44,5 tons av flaki og heilfrystum niður í lastina í bara eitt samdøgur, og tað er met umborð, verður sagt.
 
18.07.2013 - 10:00

Flakatrolarin Gadus hevur aftur sett eitt met. Norðlýsið veit at siga, at fyrradagin fekk trolarin heili 44,5 tons niður í lastina av flaki og heilfrystum, sum sigst vera innanhýsis met umborð.

Á seiansta túri kom Gadus heim við 740 tonsum, sum vórðu fiskað í 23 samdøgur. Tað var skjótasti túrur hjá trolaranum, síðani JFK keypti hann

Gadus fekk annars eina heldur slaka byrjan uppá hendan túrin, men síðani kom gongd á fiskiskapin og fyrrakvøldið hevði trolarin 630 tons umborð. Gadus tekur umleið 750 tons av flaki.

Gadus legði frá landið 12. juni og 18. juni fór trolið fyrstu ferð út. Sostatt er longu talan um ein góðan túr hjá flakatrolaranum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860