Stýrisskipanardómstólur skal tulka lógir

bannari
Stýrisskipanardómstólur skal tulka lógir
Bara løgmaður, landsstýrisfólk og ein meiriluti í løgtinginum eiga at kunna biðja stýrisskipanardómstólin taka avgerð í einum máli.
Kári P. Højgaard
 
24.09.2013 - 08:16

Ein stýriskipanardómstólur skal avgera, hvussu stýrisskipanarlógin og játtanarlógin skulu tulkast.

Í stýriskipanar-dómstólinum eru tríggir løgfrøðingar, sum taka avgerðir við vanligum meiriluta.

Bara løgmaður, landsstýrisfólk og ein meiriluti í løgtinginum eiga at kunna biðja stýrisskipanardómstólin taka avgerð í einum máli.

Eisini mál, har landsstýrisfólk ikki hevur tikið nakra avgerð, men ætlar at taka avgerð, kunnu leggjast fyri stýrisskipanardómstólin.

Tað er uppskotið hjá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni.

Hann fekk sjálvur nógvar og hvassar atfinningar ta tíðina, hann var í landsstýrinum. Fyrst fyri málið um byggisamtyktina á Tvøroyri, so Varðin Pelagic sum skjótast kundi sleppa í gongd at byggja frystigoymslu.

Tað málið samtykti løgtingið tó við rættiliga stórum meiriluta.

Og síðani misti Kári P. Højgaard landsstýrissessin fyri ætlan sína at gera loyniligan sáttmála við danskt íløgufelag um Eysturoyartunnilin.

Hetta gjørdi eisini, at Sjálvstýrisflokkurin fór úr samgonguni. Og Innlendismálaráðið varð niðurlagt. 

- Vit hava í okkara stýrisskipan ongan myndugleika, sum hevur endaliga orðið, tá støða skal takast til, hvussu stýrisskipanarlógin og játtanarlógin skulu skiljast, heldur Kári P. Højgaard.

Nógvar løgfrøðiligar meiningar kunnu vera um eitt ávíst mál. Men eingin av teimum kann brúkast til nakað sum helst, leggur tingmaðurin afturat.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860