Vónin byggir verksmiðju í Litava

Vónin byggir verksmiðju í Litava
Á verksmiðjuni skulu trol gerast og útgerð til alivinnuna
 
26.09.2013 - 15:37

Trolvirkið Vónin byggir verksmiðju í Litava. Tað skrivar Vágaportalurin.

Sambært Baltic Business News, skal verksmiðjan hjá Vónini gera trol og útgerð til alivinnuna.

Útgerðin skal millum annað brúkast í Føroyum og Norra.

Nýggja verksmiðjan hjá Vónini verður í býnum Siauliai, sum er ein av stóru ídnaðarbýunum í Litava.

Í Litava vænta tey sær nógv av íløguni hjá Vónini. - Talan verður um næststørsta, útlendska virki av sínum slagi her, sigur Milda Darguzaite, sum er stjóri í Invest Lithuania.

Litavisku starvsfólkini hjá Vónini skulu millum annað til Føroya at lærast upp, skrivar Baltic Business News, sambært Vágaportalinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025