IMF: USA eigur at hækka skuldarloftið

IMF: USA eigur at hækka skuldarloftið
Verður eingin semja um fíggjarlógina, fer USA í gjaldsteðg hósdagin
Obama forseti er í døpurhuga, nú vandi er fyri, at USA fer í gjaldsteðg
 
14.10.2013 - 11:22

Alsamt fleiri eygu eru vend móti USA í hesum døgum.

Stjórin fyri Altjóða Gjaldoyragrunnin, Christina Lagarde, heitir á amerikansku politikararnar um at hækka skuldarloftið, sum fer úr gildi hósdagin. Verður eingin semja um fíggjarlógina í seinasta lagi hósdagin, fer USA í gjaldsteðg, og kann ikki rinda sínar rokningar.

- Tað er sera, sera ørkymlandi. Tað kann elva til ovurstóran fíggarligan ófrið og búskaparligt hóttafall, sigur stjórin fyri Altjóða Gjaldoyragrunnin í samrøðu við amerikansku sjónvarpsrásina, NBC News.

Samanber støðuna við fíggjarkreppuna

Christine Lagarde samanber støðuna, tá fíggjarkreppan byrjaði í 2008, tá fleiri amerikanskir fíggingarstovnar fóru á heystin, sum hevði við sær drúgva búskaparliga afturgongd í øllum heiminum. Eisini aðrir leiðarar hava ekka um støðuna.

Stjórin fyri Heimsbankan, Jim Yong Kom, heldur, sambært New York Times, at heiminum er dagar frá eini sera vandamiklari støðu, og at hetta kann serliga raka tey fátæku londini.

Málið loysast beinan vegin

Týski fíggjarmálaráðharrin, Wolfgang Schauble, er komin við eini beinleiðis áheitan á amerikansku politikararnar:

- Fíggjarpolitiski knúturin skal loysast beinanvegin, sigur hann við New York Times.

Samráðingarnar millum Barack Obama, forseta, og republikanska samráðingarmaðurin, John Boehner, slitnaðu leygardagin. Í gjár gjørdu umboð fyri demokratarnar og republikanararnar enn eina roynd, men einki spurdist burturúr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482