Tingformaðurin fer ikki at broyta arbeiðssetningin

Tingformaðurin fer ikki at broyta arbeiðssetningin
Enn er ógreitt, hvør verður settur at kanna løgmann og Kára P. Højgaard í tunnilsmálinum. Landsstýrismálanevndin hevur samtykt arbeiðssetningin
 
08.11.2013 - 11:50

Stýriskipanarlógin sigur einki um, hvør skal orða arbeiðssetningin hjá kanningarstjóra. Og arbeiðssetningurin, sum Landsstýrismálanevndin hevur gjørt, verður ikki almennur, fyrr enn kanningarstjóri er settur. Tí løgtingsformaðurin kann broyta arbeiðssetningin.

Stýriskipanarlógin sigur bara, at hevur Landsstýrismálanevndin illgruna um, at óregluliga hevur verið atborið, kann hon krevja, at løgtingsformaðurin setur ein kanningarstjóra. Hvørki har ella nakra aðra staðni stendur, hvør skal gera spurningarnar, sum kanningarstjórin skal svara. Tí ber til at tulka lógina soleiðis, at bæði Landsstýrismálanevndin og løgtingsformaðurin gera arbeiðssetningin.

Enn hevur einki navn verið uppi og vent, nú løgtingsformaðurin skal finna ein kanningarstjóra til tunnilsmálið. Arbeiðssetningurin er gjørdur, sum kanningarstjórin skal brúka, tá luturin hjá Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, í tunnilsmálinum skal kannast. Landsstýrismálanevndin samtykti einmælt í gjár arbeiðssetningin.

Arbeiðssetningurin ikki broyttur

Nú skal løgtingsformaðurin finna kanningarstjóra, sum skal kanna, um fyrrverandi landsstýrismaðurin og løgmaður hava brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna ella stjórnarskipanina. Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, væntar tó ikki, at hann fer at broyta nakað í arbeiðssetninginum. Hann hevði tó ikki fingið arbeiðssetningin, tá Útvarpið tosaði við hann.

Kanningarstjórin skal hava løgfrøðiligt embætisprógv, og skal ikki arbeiða í landsfyrisitingini, á stovni undir landsstýrinum, hjá dómsvaldinum ella fyrr hava viðgjørt málið, sum skal kannast.

Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini, sigur, at í arbeiðssetninginum eru spurningar um alt tað, sum hevur verið uppi og vent í tunnilsmálinum, so sum heimildirnar at gera sáttmála við Copenhagen Infrastruture Partners og lova danska felagnum eina millión krónur í endurgjaldi, tí sáttmálin er ikki undirskrivaður. Alt málið, sum tað er, skal lýsast, sigur Sirið Stenberg.

Liðug við málið

Landsstýrismálanevndin er nú liðug við tunnilsmálið. Kæran frá einum borgara, sum ikki fær innlit í millum annað sáttmálan millum Innlendismálan og CIP, verður send Løgtingsins umboðsmanni. Men har verður hon ikki viðgjørd enn á sinni, tí tunnilsmálið verður jólatrøll í Rættarnevndini hjá løgtinginum.

Nevndin hevur nú fingið freistina longda til 4.februar, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður. Løgtingsins umboðsmaður hevur sagt, at har verða kærur um vantandi innlit í millum annað uppskotið um sáttmála millum Innlendismálaráðið og CIP ikki avgreiddar, so leingi løgtingið ikki er liðugt við tunnilsmálið.

Rættarnevndin ger einki við tunnilsuppskotini, so leingi Jørgen Niclasen, sum nú er landsstýrismaður í tunnilsmálum, roynir at finna semju um, hvussu tunnilsmálið skal loysast. Rættarnevndin hevur havt fimm uppskot um undirsjóvartunnil millum Eysturoynna og Streymoynna og aðrar tunlar síðani 6.august, tá fyrsta viðgerð var í tinginum.

Men nevndin var ikki liðug við málini, tá stígur kom í ætlanina hjá Innlendismálaráðnum og Copenhagen Infrastructure Partners um Eysturoyartunnilin. Fíggjarnevndin hevur eisini tvey tunnilsuppskot. Fíggjarnevndin hevur ikki biðið um at fáa longda freist.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184106
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095