Landsstýrismaðurin vil broyta prinsipp um kostprís

Landsstýrismaðurin vil broyta prinsipp um kostprís
-Gongur lóggávan ímóti bústaðarpolitikkinum, so mugu vit finna aðra loysn, sigur Bjarni K. Petersen, nú tað er staðfest, at kommunal grundstykki skulu seljast fyri kostprís
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, er sinnaður at broyta galdandi prinsipp, at kommunal grundstykki skulu seljast fyri kostprís.
 
08.01.2025 - 17:45

Politiska málið um at gera tað lættari hjá fólki at seta føtur undir egið borð fekk eitt skot fyri bógvin, tá kommunala eftirlitið í desember staðfesti, at ein kommuna kann ikki selja eitt grundstykki fyri minnni enn kostprís.

Í tíðindunum á middegi segði Torbjørn Jacobsen, formaður í kommunufelagnum, at niðurstøðan hjá kommunala eftirlitiinum - verður hon standandi óbroytt - vil ávirka alt bústaðarmynstrið í Føroyum.

Les eisini: Landsstýrið má gera greitt, hvat grundstykki kunnu seljast fyri

Eftir at kommunufelagið hevur eftirlýst greið boð úr landsstýrinum, vil Bjarni Kárason Petersen nú taka málið upp við kommunurnar. Tí bústaðarpolitikkurin hevur hægstu raðfesting í landsstýrinum, sigur landsstýrismaðurin í lógarmálum.

Hoyr innslag her:

Grundstykkir_og_kostprisur_-_jbh_-_1800

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329