Politiskt ódnarveður millum USA, Danmark og Grønland

Politiskt ódnarveður millum USA, Danmark og Grønland
Ábyrgdarblaðstjórin á Sermitsiaq heldur, at útsagnirnar hjá komandi amerikanska forsetanum kunnu fara at broyta alt kjakið um Grønland sum sjálvstøðugt land
Donald Trump, sum tekur við amerikanska forsetaembætinum seinni í mánaðin, hevur elvt til politiskt ódnarveður í viðurskiftunum millum USA, Danmark og Grønland.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
08.01.2025 - 13:33

Rættiligt stórpolitiskt ódnarveður hevur tikið seg upp, har sambandið millum USA, Danmark og Grønland er komið til skarpskeringar.

Í gjár vildi Donald Trump ikki útiloka, at hann fer at brúka hervald ella fíggarligan tvingsil til at fáa tamarhald á Grønlandi.

Hesi boðini komu eftir, at sonur Trump, Donald Trump yngri var á stuttari vitjan í Nuuk í gjár.

Í Grønlandi eru fólk ikki á einum máli um hesa vitjan og um møguligu ætlanirnar hjá komandi forsetanum.

Landsstýrisformaðurin, Mute B. Egede, tekur støðuna í stórum álvara. Danska kringvarpið stóð fyri honum í floghavnini í Kastrup í gjár:

 

Mute_video

 

Kann broyta kjakið

- Hetta kann fara at broyta alt kjakið um Grønland sum sjálvstøðugt land.

Tað sigur Masaana Egede, ábyrgdarblaðstjóri og stjóri á grønlendsaka blaðnum, Sermitsiaq. 

 

Masaana Egede

 

Fólk í Grønlandi tóku ikki væl ímóti boðunum hjá Donald Trump, komandi forseta, tá hann ikki vildi útiloka, at hann fer at brúka hervald ella fíggarligan tvingsil til at fáa tamarhald á Grønlandi, sigur Masaana Egede:

 

 

08012025_Masana

 

Vitjanin hjá Donald Trump yngra í Nuuk í gjár var óvæntað. Sí videomyndir frá AP-tíðindastovuni:

 

Trump_yngri_Nuuk

 

Julius Sandgren var millum teirra, sum tóku ímóti Donald Trump yngra í Nuuk í gjár. Og hann læt væl at í samrøðu við danska kringvarpið:

 

Gronlendingur_um_Trump

 

Farin um mark

Ikki øll er líka fegin um tað, sum Donald Trump, komandi forsetin, segði eftir vitjanina hjá soninum í Nuuk.

Danska kringvarpið hitti eisini fólk, sum halda, at Trump er farin um mark:

 

Moti_TrumP
 
 
Ikki leypa framav
 
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, mælir frá at leypa framav:
 
 
Lokke_Trump

 

 
 
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345