Almenna hallið minkar

Almenna hallið minkar
Hallið hjá tí almenna var 242 milliónir krónur í 2012. Tað eru 33 milliónir krónur minni enn 2011, vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni
Landið eigur so at siga alt skrásetta hallið í fjør á 242 miljónir krónur
 
03.12.2013 - 12:06

 

Hallið hjá tí almenna, tvs. hjá landi, kommunum og sosialum grunnum, var 242 milliónir krónur í 2012. Tað eru 33 milliónir krónur minni enn 2011.

Hetta vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni yvir almenna peningakervið.

Men tað er landið, sum eigur so at siga alt tað skrásetta hallið, 241 milliónir krónur. Orsøkin til at samlaða hallið minkar er, at inntøkurnar veksa skjótari enn útreiðslurnar.

 

Inntøkuvøkstur

Í 2012 vuksu inntøkurnar 107 milliónir og útreiðslurnar 74 milliónir kr., skrivar Hagstovan á netinum. 

Inntøkuvøksturin stavar serliga frá størri avgjaldsinntøkum og sosialum tryggingargjøldum. Vøksturin í útreiðslunum er frá íløgum, rentum og nýtslu.

Hinvegin minkaðu veitingarnar nakað, mest tí arbeiðsloysið var minni í 2012 enn í 2011. 2012 var fimta árið á rað, at tað almenna hevði hall.  Størst var hallið í 2009, tá tað var 569 milliónir krónur. Hallið í 2012 er tað minsta hesi fimm árini, við 1,8% av bruttotjóðarúrtøkuni, BTÚ.

 

Størri hall enn í 2011

Úrslitið eftir myndugleika vísir, at landið, sum áður nevnt, hevði 241 milliónir krónur í halli í fjør. Tað er 38 milliónir størri hall enn í 2011.

Kommunurnar høvdu eitt avlop uppá 33 milliónir, sum er áleið tað sama sum undanfarnu tvey árini.

Sosialu grunnarnir fingu eitt hall tilsamans uppá 34 milliónir, tað er 78 milliónir minni enn í 2011. Orsøkin er, at minni varð útgoldið av arbeiðsloysisstuðli í 2012.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Mánadag 16. mars
Fótbóltsprát
205696
Mánadag 16. mars
Andgletturin
205678
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709
Mánadag 16. mars
Framsókn í heita stólinum (1:7)
205698
Mánadag 16. mars
Andgletturin - Javnaðarflokkurin
205676