Mentanargrunnurin latið 2,9 mió. til starvslønir

Mentanargrunnurin latið 2,9 mió. til starvslønir
Starvslønir verða latnar á hvørjum ári og eru til fólk sum arbeiða við listarligum ella mentanarligum arbeiði
112 umsøkjarar søktu um starvsløn fyri tilsamans góðar 32 milliónir krónur
Mynd: KvF  
 
24.01.2014 - 11:09

Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av at lata starvslønirnar í 2014 til listaligt og mentanarligt arbeiði soleiðis:

Kári Bæk, tónaskald, 1 ár

Súsanna Tórgarð, sjónleikari, 1 ár

Heiðrik á Heygum, listamaður, 6 mánaðir

Heri Joensen, tónleikari, 6 mánaðir

Marius Olsen, listamaður, 6 mánaðir

Zacharias Sørensen, tónleikalærari, 6 mánaðir

Søktu um 32 miljónir kr.

Starvslønir eru eisini latnar 32 umsøkjarum. Ein starvsløn svarar til læraralønina í fólkaskúlanum á 21. lønarstigi, sum sambært heimasíðuni hjá Mentanargrunninum er kr. 24.696,87 um mánaðin.

Tilsamans eru sostatt 115 mánaðarlønir fyri 2,9 milliónir latnar til listaligt og mentanarligt arbeiði.

Tilsamans vóru 112 umsøkjarar, ið søktu um starvsløn fyri góðar 32 milliónir krónur.

Eingin trý ára starvsløn

Nevndin hevur í ár gjørt av ikki at lata trý-ára starvsløn, tí so nógvar góðar umsóknir , har søkt var um starvsløn í styttri tíðarskeið.

Av tí at nevndin hevur gjørt av at játta fleiri av hesum umsøkjarum starvsløn, var ikki rúm fyri at játta eina 3 ára starvsløn í ár.

10 umsóknir vóru um íverksetarastudning. Fýra umsøkjarar fingu játtað studning upp á tilsamans 300.000 kr.

Endmálið hjá grunninum

Grunnurin skal stuðla størvum fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentamálum bæði hjá leikum og lærdum.

Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókemntir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listargreinir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360