Vilja hava veð í fiskiloyvum og aliloyvum

Vilja hava veð í fiskiloyvum og aliloyvum
Felagið Peningastovnar sigur, at ein tílík veðseting hevði havt við sær størri fíggingarmøguleikar og betri trygd hjá peningastovnum
 
05.02.2014 - 08:35

Peningastovnar eiga at kunna fáa veð í fiskiloyvum og aliloyvum.

Ein tílík virkisveðseting hevði havt við sær størri fíggingarmøguleikar hjá vinnuni og betri trygd hjá peningastovnunum. Men í uppskotinum hjá landsstýrinum um eina dagførda lóg um tinglýsing er einki nevnt um fiskiloyvi og aliloyvi, sigur Felagið Peningastovnar í sínum hoyringarsvari um lógarbroytingarnar.

Loyvini í tinglýsingarlógina

Felagið vil hava hesi loyvini hjá vinnuni við í tinglýsingarlógina, tí, sum felagið sigur, so verður lættari hjá fiskivinnuni og alivinnuni at fáa lán og trygdin hjá lánveitarum verður sterkari. 

Felagið Peningastovnar heldur eisini, at virkisveð og kravsveð skula kunna stovnast bæði við ognarveðbrøvum og við skaðaloysisbrøvum eins og í Danmark, og ikki bara við ognarveðbrøvum, soleiðis sum lógaruppskotið sigur. 

Verða bæði ognarveðbrøv og skaðaloysisbrøv loyvd, kunnu partarnir sjálvir avtala, hvat brævið skal brúkast til.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595