Grønlandsbankin stórt yvirskot

Grønlandsbankin stórt yvirskot
Størsti bankin í Grønlandi, Grønlandsbankin, hevði 123 milliónir krónur í avlopi fyri skatt í fjør. Tað er næstbesta úrslit í søgu bankans.
 
21.02.2014 - 13:35

- Tá hugsað verður um afturgongdina í grønlendska samfelagsbúskapinum, eru vit avgjørt nøgd við úrslitið, sigur stjórin í Grønlandsbankanum, Martin Kviesgaard, við grønlendska kringvarpið.

Útlánini eru nógv minkað, men tað er tí, at fleiri byggiverkætlanir vórðu lidnar í fjør og fyrraárið, og tí er tað ikki óvæntað, sigur bankastjórin. Hann vónar, at meiri verður lænt út í ár, tí ætlanir eru um fleiri byggiverkætlanir.

- Meiri ferð eigur at koma á grønlendska búskapin, og tað er ikki nóg mikið við almennari bygging, sigur Martin Kviesgaard.

Líkt er, til, at viðskiftafólkini halda sínar skyldur í Grønlandsbankanum, tí niðurskrivingarnar eru bert 15 mió. kr.

Partaeigararnir fáa slakar 100 milliónir kr. í vinningsbýti. Í ár væntar Grønlandsbankin at hava millum 125 og 145 milliónir kr. í avlopi.

Nevndarformaður í Grønlandsbankanum er Gunnar í Liða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290