Skipan av nýggjari stjórn í Ukraina útsett

Skipan av nýggjari stjórn í Ukraina útsett
Í fyrsta lagi hósdagin verður nýggj fyribilsstjórn skipað í Ukraina, ið ætlandi skal sita til 25. mai, sigur formaðurin í lóggávutinginum
Skipan av fyribilsstjórn í Ukraina er útsett til hósdagin, eftir ógvusliga ófriðin í landinum, sum hevur kravt fleiri enn 80 lív

25.02.2014 - 10:20

Lóggávutingið í Ukraina hevur fyribils útsett at skipa eina nýggja, fyribils stjórn til hósdagin, upplýsir virkandi forsetin í landinum, Oleksander Turtjinov, ið eisini er formaður í lóggávutinginum.

Virkandi forsetin ber ótta fyri, at landið fer í tvíningar, nú Janukovitj er rikin frá valdinum. Tí skal skipan av nýggjari fyribils stjórn fyrst umrøðast við trygdarlið í Ukraina, skrivar Jyllands Posten.

Limir í lóggávutinginum hava ávarað um, at Ukraina kann fara í tvíningar, tí fólk eystarlaga í landinum eru í iva um avleiðingarnar av, at Janukovitj er rikin frá valdinum.

Fleiri enn 80 fólk latið lív

Virkandi forsetin í Ukraina, Oleksander Turtjinov, sigur, at limirnir í lóggávutinginum í seinasta lagi í dag skuldu semjast um, hvussu ein fyribilsstjórn kann skipast.

Í farnu viku viðtók lóggávutingið, at formaðurin í lóggávutinginum fyribils verður forseti í Ukraina. Lóggávutingið viðtók eisini, at Janukovitj skuldi rekast frá valdinum.

Fleiri enn 80 fólk hava seinastu vikurnar latið lív í ófriðinum í Ukraina. Viktor Janukovitj flýggjaði úr Kiev, tá samanbrestirnir vóru í hæddini í seinastu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523