Trygdarhol funnið: Soleiðis verjir tú tína iPhone

Trygdarhol funnið: Soleiðis verjir tú tína iPhone
Dagførir tú ikki tína iPhone, er vandi fyri at óviðkomandi teldusníkar kunnu sneyta í telefonini. Sí her, hvussu tú loysir trupulleikan
Eitt trygdarhol hóttir tína iPhone. Sí her í greinini, hvussu tú kanst loysa trupulleikan

26.02.2014 - 10:42

KT-serfrøðingar funnu í gjár eitt trygdarhol í stýriskipanini til iPhone, sum í ringasta føri kann hava við sær, at tín snildfon er í vanda fyri at verða lúrd av, skrivar Financial Times.

Teldusníkar kunnu síggja, hvat tú tekst við á fartelefoninini og kunnu eisini stjala loyniorð, tú hevur til til dømis teldupost, Facebook og tænastur, ið krevja loyniorð.

Serfrøðingarnir viðmæla fólki frá at brúka iPhone á óbronglaðum, tráðleysum netum, um fólk ikki hava dagført stýriskipanina á fartelefonini til nýggjastu útgávuna, iOS 7.0.6.

Soleiðis dagførir tú stýriskipanina

Áðrenn tú dagførir stýriskipanina á tíni iPhone, mást tú tryggja tær, at nokk av streymi er á fartelefonini. Set tína iPhone til ein løðara og fylg vegleiðingini niðanfyri.

Við danskari uppseting

1. Vel [Indstillinger]

2. Vel [Generelt]

3. Vel [Softwareopdatering]

4. Vel [Hent og installer] iOS 7.0.6 um stýriskipanin ikki er dagførd

Við enskari uppseting

1. Vel [Settings]

2. Vel [General]

3. Vel [Software Update]

4. Vel [Download and Install] iOS 7.0.6 um stýriskipanin ikki er dagførd

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817