Ukraina heitir á Trygdarráðið hjá ST um hjálp

Ukraina heitir á Trygdarráðið hjá ST um hjálp
Støðan í Ukraina er nú so álvarslig, heldur lóggávutingið í landinum, at Trygdarráðið hjá ST verður kallað saman
Lóggávutingið í Ukraina heitir nú á Trygdarráðið hjá ST um at hjálpa eftir at tveir flogvallir á Krim hálvoynni fríggjamorgunin vórðu hertiknir av hermonnum
Mynd: AP  
 
28.02.2014 - 10:02

Lóggávutingið í Ukraina biður nú Trygdarráðið hjá ST um at kalla inn til snarfund, til tess at viðgera trupulleikarnar í Ukraina, skrivar Reuters.

Áheitanin kemur í kjalarvørrinum á ógvusliga ófriðinum í landinum seinastu vikurnar, har út við 100 fólk hava latið lív í uppreistrinum og ófriðinum.

Høvuðsorsøkin, til at lóggávutingið í morgun heitir á Trygdarráðið, er, at hermenn fyrr í morgun høvdu kringsett og hertikið tveir flogvallir á Krim hálvoynni.

Innanríkisráðharrin fordømir hertøkuna

Fyrr í morgun varð ein almennur flogvøllur hertikin av vápnaðum hermonnum. Hermenninir hava tó tikið seg aftur og eru flýddir av flogvøllinum aftur.

Tíðindastovan Interfax skrivar, at ein hernaðarflogvøllur í Ukraina seinni í morgun varð kringsettur av vápnaðum hermonnum.

Innanríkisráðharrin í Ukraina, Arsen Avakov, fordømir hertøkuna av teimum báðum flogvallunum á Krim hálvoynni í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980