Uppskot: Soleiðis kunnu norðmenn minnast Utøya

Uppskot: Soleiðis kunnu norðmenn minnast Utøya
Utøya, har 69 ung fólk vórðu myrd, eigur at verða klovin í tvey, til tess at minnast tey deyðu, heldur svenski listamaðurin, Jonas Dahlberg
Soleiðis kunnu norðmenn gera, til tess at heiðra minnið um tey ungu fólkini, ið vórðu myrd á Utøya 22. juli í 2011
Mynd: Teldugjørd mynd

06.03.2014 - 14:02

Hvussu kann eitt listarverk gerast, ið á virðiligasta hátt heiðrar minnið um tey 69 ungu fólkini, ið lótu lív á norsku oynni, Utøya, 22. juli 2011?

Tað var spurningurin, ið listafólk skuldu taka støðu til, tá ein kapping varð útskrivað, ið skal heiðrað minnið um ungu fólkini, ið vórðu myrd á norsku oynni.

Uppskotið hjá svianum, Jonas Dahlberg, er, at klúgva Utøya í tvey fyri at ímynda allan skilnaðin, ið er komin í lívið hjá fólki eftir hópdrápini á Utøya.

Gjógvin, ið sambært uppskotinum er 3,5 metrar í breiddini, skal eisini ímynda opnu sárini hjá teimum, ið eftir sita aftaná hópdrápini á Utøya, skriva netmiðlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429