Nú kann fartelefonin vekja teg við bacon-lukti
Nú kann fartelefonin vekja teg við bacon-lukti
Dámar tær roykt flesk kanst tú nú gleða teg til eitt forrit, ið kann vekja teg við luktinum og ljóðinum av stoktum, royktum fleski á morgni
Dámar tær roykt flesk - bacon - kanst tú nú verða vaktur á morgni við anganum og ljóðinum av stoktum fleski við nýggjari app til snildfonir
07.03.2014 - 10:28
Ein nýggj app til Apple-snildfonir kann nú vekja teg á morgni við luktinum av royktum fleski og ljóðinum, tá roykta fleskið verður steikt á pannuni.
Tað er amerikanski kjøtframleiðarin, Oscar Meyer, ið hevur ment appuna, ið nú verður marknaðarførd við heitinum Wake Up & Smell the Bacon.
Video: Wake Up & Smell the Bacon
Ein app verður løgd á snildfonina, og ein elektronisk eind verður sett til snildfonina. Síðan kanst tú seta snildfonina at vekja teg við luktinum av royktum fleski.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290